Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Hvussu fært tú tamarhald á tínari vreiði?

Hvussu fært tú tamarhald á tínari vreiði?

Hjúnafelagin sigur ella ger okkurt, sum ger teg illan, og tú roynir ikki at vísa tað. Men so leggur hjúnafelagin merki til, at okkurt er galið og spyr teg, hvat tað er. Tað øsir teg enn meira. Hvussu fært tú tamarhald á tínari vreiði í eini slíkari støðu?

 Hvat skalt tú vita?

  • Øsir tú teg, kann tað ganga út yvir heilsuna. Kanningar vísa, at ótamd vreiði økir vandan fyri at fáa høgt blóðtrýst, hjartasjúkur, tunglyndi og trupulleikar í sodningarlagnum. Vreiði verður eisini sett í samband við andvekur, angist, trupulleikar við húðini og heilabløðing. Bíblian sigur av góðum grundum: „Halt teg frá vreiði, ... av tí stendst einki uttan ilt.“ – Sálmur 37:8.

  • At halda vreiðini aftur kann eisini vera skaðiligt. Sleppur vreiðin at festa røtur, verður hon sum ein sjúka, ið skaðar teg innanífrá. Tú verður kanska beiskur í huga og atfinningarsamur. Og tá verður tú ringur at liva saman við, og tað kann oyðileggja títt hjúnaband.

 Hvat kanst tú gera?

  • Hugsa um góðu eginleikarnar hjá makanum. Finn tríggjar eginleikar, sum tær dámar væl hjá hjúnafelaganum. Næstu ferð tú verður illur um okkurt, sum hjúnafelagin ger, kanst tú hugsa um hesar eginleikarnar. Tað kann hjálpa tær at fáa tamarhald á tínari vreiði.

    Meginregla í Bíbliuni: „Verðið takksom.“ – Kolossebrævið 3:15.

  • Lær teg at fyrigeva. Royn fyrst at síggja støðuna, sum hjúnafelagin sær hana. Tað fer at hjálpa tær at vísa samkenslu. (1. Pætursbræv 3:8) Spyr síðani teg sjálvan: ’Er grundin til, at eg eri illur, so álvarsom, at eg ikki kann fyrigeva?’

    Meginregla í Bíbliuni: ’Tað er menniskjanum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.’ – Orðtøkini 19:11.

  • Tosa blídliga og fólkaliga. Brúka „eg-formin“. Heldur enn at siga: „Tað er ikki serliga umhugsið av tær, at tú ikki ringir og sigur mær, hvar tú ert,“ kundi tú til dømis sagt: „Eg verði bangin um teg, tá ið tað verður seint, og eg ikki havi hoyrt frá tær.“ At tosa blídliga kann hjálpa tær at hava tamarhald á tínari vreiði.

    Meginregla í Bíbliuni: „Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti.“ – Kolossebrævið 4:6.

  • Lurta við virðing. Eftir at tú hevur sagt, hvussu tú hevur tað, mást tú lata hjúnafelagan svara uttan at bróta av. Tá ið hjúnafelagin hevur tosað liðugt, kanst tú endurtaka tað, sum bleiv sagt, fyri at vita um tú hevur skilt tað rætt. Tað er lætt at undirmeta týdningin av at lurta, men tað kann í roynd og veru hjálpa tær at fáa tamarhald á tínari vreiði.

    Meginregla í Bíbliuni: „Hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala.“ – Jákupsbrævið 1:19.