Far beinleiðis til innihaldið

Brúkti Gud menning, tá ið hann skapti tey ymisku sløgini av lívi?

Brúkti Gud menning, tá ið hann skapti tey ymisku sløgini av lívi?

Bíblian svarar

 Nei. Bíblian ger greitt, at Gud skapti bæði menniskju og tey ymisku „sløgini“ av djórum og plantum. a (1. Mósebók 1:12, 21, 25, 27; Opinberingin 4:11) Hon sigur, at øll menniskju eru ættað frá Ádami og Evu, okkara fyrstu foreldrum. (1. Mósebók 3:20; 4:1) Bíbilska frásøgan tekur ikki undir við hugsanini um, at Gud brúkti menning, tá ið hann skapti tey ymisku sløgini av lívi. Men Bíblian mótsigur tó ikki vísindaligum eygleiðingum um, at frábrigdi eru í øllum sløgum av lívi.

 Hvat halda summi?

 Fólk, sum trúgva, at Gud skapti lív við eini menning, hava ymiskar hugsanir um, hvussu hann gjørdi tað. Sambært Encyclopædia Britannica halda summi, at „natúrlig útveljing er ein av teimum mannagongdunum, Gud brúkar til at stýra náttúruni“.

 Hugsanin um, at Gud skapti lív við eini menning, kann eisini fevna um hetta:

  •   Allar livandi verur stava frá einum felags uppruna í eini fjarari fortíð.

  •   Eitt slag av lívi kann mennast til eitt heilt nýtt og øðrvísi slag av lívi.

  •   Tá ið av tornar, er tað onkursvegna Gud, sum stýrir gongdini.

 Er menningarlæran í samsvari við Bíbliuna?

 Um Gud brúkti menning til at skapa lív, merkir tað, at bíbilska skapanarfrásøgan í Fyrstu Mósebók ikki er heilt nágreinilig. Men Jesus vísti til skapanarfrásøguna sum ein søguligan veruleika. (1. Mósebók 1:26, 27; 2:18-24; Matteus 19:4-6) Bíblian vísir, at Jesus, áðrenn hann bleiv menniskja á jørðini, var í himli hjá Gudi og hjálpti honum at skapa alt, sum er til. (Jóhannes 1:3) Tí er hugsanin um, at Gud brúkti menning til at skapa tey ymisku sløgini av lívi, ikki í samsvari við tað, sum Bíblian lærir.

 Er tað menning, tá ið plantur og djór eru før fyri at laga seg eftir umhvørvinum?

 Bíblian sigur ikki, hvussu nógv frábrigdi kunnu vera innan fyri tey einstøku sløgini av lívi. Hon mótsigur heldur ikki tí veruleikanum, at frábrigdi kunnu koma fyri hjá djórum og plantum, sum Gud hevur skapt, so hvørt sum tey nørast ella laga seg eftir nýggjum umhvørvi. Hóast summi meta sovorðnar tillagingar sum eina menning, er talan ikki um eitt nýtt slag av lívi.

a Bíblian brúkar orðið „slag“ í nógv breiðari merking, enn granskarar brúka tað. Tá ið granskarar tosa um menningina av einum nýggjum „slagi“ av djóri ella plantu, er ofta bara talan um eitt frábrigdi innan fyri eitt ávíst „slag“ av djórum ella plantum.