Far beinleiðis til innihaldið

Sigur Bíblian, at tað er skeivt at drekka alkohol?

Sigur Bíblian, at tað er skeivt at drekka alkohol?

Bíblian svarar

 Tað er ikki skeivt at drekka alkohol við máta. Bíblian sigur, at vín er ein gáva frá Gudi, sum vit kunnu gleðast um. (Sálmur 104:14, 15; Prædikarin 3:13; 9:7) Bíblian viðurkennir eisini, at vín kann vera gott fyri heilsuna. – 1. Timoteusarbræv 5:23.

 Jesus drakk vín, meðan hann var her á jørðini. (Matteus 26:29; Lukas 7:34) Og einaferð gjørdi hann vatn til vín í einum brúdleypi. – Jóhannes 2:1-10.

Vandin við at drekka ov nógv

 Bíblian nevnir altso, at vín kann hava sínar fyrimunir, men hon vísir eisini, at tað er skeivt at drekka ov nógv og at drekka seg fullan. So ein, sum vil liva eftir Bíbliuni, og sum velur at drekka alkohol, ger tað við máta. (1. Timoteusarbræv 3:8; Titusarbrævið 2:2, 3) Bíblian nevnir fleiri grundir til ikki at drekka ov nógv. Her eru nøkur dømi:

  •   Tað ger, at mann ikki hugsar so klárt og ikki dugir so væl at meta um. (Orðtøkini 23:29-35) Ein ávirkaður persónur kann ikki liva upp til boðini í Bíbliuni um at elska Gud „av øllum huga“ sínum, og hann kann heldur ikki „bera fram likam [sítt] sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur“. – Matteus 22:37; Rómbrævið 12:1.

  •   Tá ið mann drekkur ov nógv, kann mann lætt missa tamarhaldið á sær sjálvum, og mann kann eisini missa motivatiónina til at gera tað, sum er rætt. – Hoseas 4:11; Efesusbrævið 5:18.

  •   Tað skaðar heilsuna og kann føra til fíggjarligar trupulleikar. – Orðtøkini 23:21, 31, 32.

  •   Gudi dámar ikki, at mann drekkur ov nógv ella drekkur seg fullan. – Orðtøkini 23:20; Galatiabrævið 5:19-21.

Nær hevur mann drukkið ov nógv?

 Ein persónur hevur drukkið ov nógv, tá ið tað verður til skaða fyri hann sjálvan ella onnur. Tá ið onkur liggur avdottin, er tað týðiligt, at hann hevur drukkið ov nógv, men tað er ikki tað einasta eyðkennið. Bíblian sigur, at tey, sum hava drukkið ov nógv, eru í ørviti, skinkla, tosa ótýðiligt og hava hug at klandrast. (Job 12:25; Sálmur 107:27; Orðtøkini 23:29, 30, 33) Sjálvt tey, sum ikki drekka seg full, kunnu blíva „tyngd av ... drykkjuskapi“ og mugu liva við álvarsligu avleiðingunum. – Lukas 21:34, 35.

Tá ið mann als ikki eigur at drekka

 Bíblian sigur eisini, nær mann als ikki eigur at drekka, til dømis ...