Far beinleiðis til innihaldið

Nær varð Jesus føddur?

Nær varð Jesus føddur?

Bíblian svarar

 Bíblian sigur ikki nágreiniliga, nær Jesus varð føddur. Legg til merkis, hvat hesar handbøkur siga:

  •   „Føðingardagurin hjá Jesusi er ókendur.“ – Højtider og fester.

  •   „Akkurát nær Kristus varð føddur, er ikki kent.“ – Encyclopedia of Early Christianity.

 Bíblian svarar ikki beinleiðis upp á, nær Jesus varð føddur, men hon fortelur um tvær hendingar, sum fóru fram um tað mundið. Hesar hendingarnar hava fingið nógv at koma til ta niðurstøðu, at Jesus ikki varð føddur 24. ella 25. desember.

Ikki um veturin

  1.   Manntalið. Stutt fyri Jesu føðing gav Augustus keisari boð um, at „allur heimurin skuldi skrivast í manntal“. Øll skuldu skrivast í manntal í ’sínum egna býi’. Hetta kann hava gjørt, at onkur mátti ferðast í eina viku ella meira. (Lukas 2:1-3) Hesi boðini – sum helst vórðu givin fyri at áleggja skattir og at kalla inn til hertænastu – høvdu verið illa dámd allar tíðir á árinum. Men tað er ósannlíkt, at Augustus fór at gera ilt verri við at krevja, at fólk skuldu ferðast langt um veturin, tá ið kalt var.

  2.   Seyðurin. Hirðarnir „lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum“. (Lukas 2:8) Bókin Daily Life in the Time of Jesus sigur, at seyðurin gekk úti frá „vikuni fyri páskir [síðst í mars] ... til mitt í november“. Bókin leggur aftrat: „Seyðurin varð tikin inn um veturin; og bara hetta vísir, at siðbundna dagfestingin fyri jólini, um veturin, er lítið eftirfarandi, tí evangeliið sigur, at hirðarnir vóru úti á markini.“

Tíðliga um heystið

 Vit kunnu fáa eina ábending um, nær Jesus varð føddur, um vit rokna aftureftir frá deyða hansara á páskum, 14. nisan um várið ár 33 e.o.t. (Jóhannes 19:14-16) Jesus var umleið 30 ára gamal, tá ið hann fór undir sína tænastu, sum vardi trý og eitt hálvt ár. So hann varð føddur tíðliga um heystið í ár 2 f.o.t. – Lukas 3:23.

Hví verða jólini hildin 24. ella 25. desember?

 Eingi prógv eru um, at Jesus varð føddur um tað mundið. Men hví verða jólini so hildin tá? Encyclopædia Britannica sigur, at kirkjuleiðarar helst valdu 25. desember, tí teir „vildu hava dagin at falla sama dag, sum fólk hildu ’føðingardag fyri óvinnandi sólini’, eina heidna rómverska veitslu“, sum varð hildin í sambandi við vetrarsólstøðu. Sambært The Encyclopedia Americana halda nógvir granskarar, at hetta varð gjørt, „fyri at kristindómurin skuldi geva meira meining hjá umvendum heidningum“.