Far beinleiðis til innihaldið

Hvat skal til fyri at skilja Bíbliuna?

Hvat skal til fyri at skilja Bíbliuna?

Bíblian svarar

 Bíblian greiðir sjálv frá, hvat tú skalt gera fyri at skilja hana. Uttan mun til hvørja bakgrund tú hevur, er Guds boðskapur í Bíbliuni ikki ov torførur hjá tær at skilja. – 5. Mósebók 30:11.

Tað, sum skal til fyri at skilja Bíbliuna

  1.   Hav rætta hugburðin. Viðurkenn, at Bíblian er Guds orð. Ver eyðmjúkur, tí Gudi dámar ikki tey, sum eru stolt. (1. Tessalonikabræv 2:13; Jákupsbrævið 4:6) Men ver ikki góðtrúgvin. Gud vil, at tú skalt brúka títt vit og skil. – Rómbrævið 12:1, 2.

  2.   Bið Gud um vísdóm. Í Orðtøkunum 3:5 stendur: „Lít ikki á vit títt.“ Bið heldur Gud geva tær vísdóm, so tú kanst skilja Bíbliuna. – Jákupsbrævið 1:5.

  3.   Ver áhaldin. Tú fært nógv meira burtur úr at kanna Bíbliuna, um tú gert tað regluliga og ikki bara av og á. – Josva 1:8.

  4.   Kanna eitt evni í senn. At kanna, hvat Bíblian sigur um eitt ávíst evni, riggar sera væl, tá ið tú gjarna vilt læra Bíbliuna betur at kenna. Byrja við grundlærdóminum, og halt síðani fram við djúpari evnum. (Hebrearabrævið 6:1, 2) Tá ið tú samanbert skriftstøð við skriftstøð, fert tú at uppdaga, at ymiskir partar í Bíbliuni greiða frá hvørjum øðrum, eisini tí „sum [er] torført at skilja“. – 2. Pætursbræv 3:16.

  5.   Lat onnur hjálpa tær. Bíblian eggjar okkum til at taka ímóti hjálp frá teimum, sum skilja Bíbliuna. (Ápostlasøgan 8:30, 31) Jehova vitni bjóða ókeypis bíbliuskeið. Eins og tey fyrstu kristnu gjørdu, vísa tey til Bíbliuna sjálva fyri at hjálpa øðrum at skilja, hvat hon veruliga lærir. – Ápostlasøgan 17:2, 3.

Tað, tær ikki nýtist

  1.   At vera ógvuliga klókur ella hava langa útbúgving. Teir 12 ápostlarnir hjá Jesusi skiltu skriftirnar og lærdu onnur, hóast summi mettu teir sum ’ólærdar menn’. – Ápostlasøgan 4:13.

  2.   Pengar. Tað kostar einki at fáa hjálp til at skilja Bíbliuna. Jesus segði við lærisveinarnar: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ – Matteus 10:8.