Far beinleiðis til innihaldið

Tak eftir trúgv teirra – spennandi frásøgur um bíbilskar persónar

Í hesi greinarøðini eru spennandi frásøgur úr Bíbliuni um menn og kvinnur, sum høvdu sera sterka trúgv. a At lesa um hesi fólkini kann hjálpa tær at fáa sterkari trúgv og tættari samband við Gud.

a Fyri at hjálpa tær at liva teg inn í frásøgurnar, eru nakrir smálutir við í greinunum, sum ikki standa í Bíbliuni. Hesir smálutirnir eru nágreiniliga eftirkannaðir fyri at tryggja, at teir samsvara við bíbliufrásøguna, við søguligar skrásetingar og við fornfrøðiligar finningar.

Frá skapanini til vatnflóðina

Ábel — ’Hann talar enn, tóat hann er deyður’

Hvat kunnu vit læra um Ábel og hansara trúgv, tá ið Bíblian sigur so lítið um hann?

Nóa — hann „livdi við Gudi“

Hví var tað ein avbjóðing hjá Nóa og konu hansara at uppala síni børn? Hví høvdu tey tørv á trúgv, tá ið tey skuldu byggja ørkina?

Frá vatnflóðini til ferðina úr Egyptalandi

Ábraham — „Faðir alra teirra, sum trúgva“

Hvussu vísti Ábraham trúgv? Hvussu kundi tú hugsað tær at tikið eftir trúnni hjá Ábrahami?

Eg haldi fast við mítt trúfesti!

Hvussu kann bíbilska frásøgan um Job hjálpa okkum, tá ið vit hava mótgang, líða neyð ella verða roynd á annan hátt?

Job – Jehova hjálpti honum at koma á føtur aftur

Einki gevur Satani størri vónbrot, og einki gleðir Jehova meira, enn at vit eru trúføst og taka eftir trúnni hjá Job!

Mirjam – Syng fyri Jehova!

Profetinnan Mirjam skipaði sangin, sum kvinnurnar sungu um sigurin við Reyðahavið. Hennara lív lærir okkum nógv um dirvi, trúgv og eyðmjúkleika.

Frá ferðini úr Egyptalandi til fyrsta kongin í Ísrael

Rutt — „Hagar sum tú fert, hagar fari eg“

Hví var Rutt fús at fara frá familju og heimlandi sínum? Hvørjar eginleikar hevði hon, sum Jehova dámdi væl?

Rutt — Ein „dugnalig kvinna“

Hví hevur hjúnabandið hjá Rutt og Boazi týdning? Hvat kunnu Rutt og No’omi læra okkum um familju?

Hanna — hon læt hjarta sítt upp fyri Gudi í bøn

Trúgvin á Jehova hjálpti Hannu at klára eina støðu, sum kendist vónleys.

Sámuel — hann vaks upp hjá Jehova

Hvussu var barndómur Sámuels sjáldsamur? Hvat hjálpti honum at fáa sterka trúgv, meðan hann var í halgidóminum?

Sámuel — hóast vónbrot stóð hann fastur

Hjá okkum øllum verður trúgvin roynd av avbjóðingum og vónbrotum. Hvat kann tað, at Sámuel stóð fastur, læra okkum?

Frá fyrsta konginum í Ísrael til Jesu føðing

Jónatan – einki forðar Jehova

Jónatan leyp á eina heila legu av vápnaðum fíggindum við bara einum manni aftrat sær, og úrslitið varð søguligt.

Dávid og Jónatan – teir gjørdust góðir vinir

Hvussu kundu tveir menn, ið vóru so ymiskir, tá ið talan er um bakgrund og aldur, gerast so góðir vinir? Hvussu kann teirra vinalag hjálpa tær at fáa sannar vinir?

Abigajil — ’hon var vitig kvinna’

Hvat kunnu vit læra av torføru hjúnastøðuni hjá Abigajil?

Elias — hann vardi sanna tilbiðjan

Hvussu kunnu vit taka eftir Eliasi, tá ið onnur eru ósamd við okkum um, hvat Bíblian lærir?

Elias — hann skimaðist, og hann bíðaði

Hvussu vísti Elias ein biðjandi hugburð, meðan hann bíðaði eftir, at Jehova læt sítt lyfti ganga út?

Elias — hann varð uggaður av Gudi

Hvat gjørdi Elias so tungan í huga, at hann bað um at sleppa at doyggja?

Elias – hann helt út til endan

Elias helt trúfastur út og kann hjálpa okkum at styrkja okkara egnu trúgv í truplum tíðum.

Jónas — hann lærdi av sínum mistøkum

Hevur tú onkuntíð eins og Jónas borið ótta fyri at taka við eini uppgávu? Søgan um hann lærir okkum nógv um tol og miskunn Jehova.

Jónas — hann lærdi miskunn

Hvussu kann frásøgan um Jónas hjálpa okkum at rannsaka okkum sjálv?

Ester — hon vardi Guds fólk

Tað krevur trúgv og dirvi at vísa ósjálvsøknan kærleika sum Ester.

Ester — hon var vís, djørv og ósjálvsøkin

Hvussu var Ester ósjálvsøkin fyri Jehova og hansara fólks skuld?

Frá Jesu føðing til deyða ápostlanna

Maria — Eg eri tænastukvinna Jehova

Hvat avdúkaði Maria um sína trúgv við svarinum, hon gav einglinum Gabrieli? Hvørjar aðrar góðar eginleikar hevði Maria?

Maria — hon ’grundaði í hjarta sínum’

Tað, sum Maria upplivdi í Betlehem, styrkti hennara trúgv á lyfti Jehova.

Jósef — hann vardi, hann uppihelt, hann helt á

Hvussu vardi Jósef sína familju? Hví fór hann til Egyptalands við Mariu og Jesusi?

Marta — „Eg trúgvi“

Hvussu vísti Marta, at hon hevði merkisverda trúgv, eisini í sorgini?

Maria Magdalena – „Eg havi sæð Harran!“

Henda trúfasta kvinnan slapp at bera øðrum tey góðu tíðindini.

Pætur — hann stríddist ímóti ótta og iva

Ivi kann vera ein sterk og oyðandi megi. Men Pætur vann á sínum ótta og iva í sambandi við at fylgja Jesusi.

Pætur — hann var trúfastur í royndum

Hvussu hjálptu trúgv og trúfesti Pæturs honum at taka við rættleiðing frá Jesusi?

Pætur — Jesus lærdi hann at fyrigeva

Hvat lærdi Jesus Pætur um fyrigeving? Hvussu vísti Jesus, at hann hevði fyrigivið Pæturi?