Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

22. PARTUR

Ápostlarnir boða óttaleysir

Ápostlarnir boða óttaleysir

Kristna samkoman veksur skjótt hóast atsóknir

TÍGGJU DAGAR eftir at Jesus var farin til himmals, á jødisku hvítusunnuni í ár 33, møttust umleið 120 lærisveinar í einum húsi í Jerusalem. Brádliga bleiv nógvur larmur í húsinum, sum ljóð av hørðum vindi. Lærisveinarnir fóru undurfult at tosa mál, sum teir ongantíð høvdu lært. Hvør var orsøkin til hesar løgnu hendingar? Gud hevði givið lærisveinunum heilaga andan.

Ein mannamúgva stóð uttan fyri húsið, tí gestir úr nógvum londum vóru komnir til høgtíðina. Teir gjørdust ovfarnir, tá teir hoyrdu lærisveinarnar hjá Jesusi tosa síni egnu ymisku tungumál flótandi. Pætur greiddi frá, hvat var hent; hann vísti á profetiina hjá Jóel profeti um, at Gud skuldi „úthella“ sín anda og á tann hátt geva teimum, ið fingu hann, undurfullar gávur. (Jóel 3:1, 2) Hesin stóri vitnisburðurin um virki heilaga andans vísti týðiliga, at nú var hend ein týðandi broyting: Tað var ikki longur Ísrael, men nýstovnaða kristna samkoman, ið hevði Guds tokka. Tey, sum vildu tæna Gudi á góðkendan hátt, máttu nú blíva lærisveinar Kristusar.

Ímeðan vaks mótstøðan, og nakrir fíggindar hjá lærisveinunum fingu teir settar í fongsul. Men um náttina læt eingil Jehova fongsulsdyrnar upp og beyð lærisveinunum at halda fram at boða. Og tað gjørdu teir, so skjótt sum tað lýsti fyri degi. Teir fóru inn í templið og byrjaðu at læra onnur tey góðu tíðindini um Jesus. Trúarleiðararnir vóru í øðini og buðu teimum at halda uppat at boða. Ápostlarnir svaraðu óttaleysir: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Ápostlasøgan 5:28, 29.

Atsóknin versnaði. Nakrir jødar ákærdu lærisveinin, Stefanus, fyri at vera gudsspottara og steinaðu hann til deyða. Ein ungur maður — Saul úr Tarsus — sá og tók undir við, at Stefanus varð dripin. Hann fór síðani til Damaskus at handtaka allar lærisveinar hjá Kristusi. Meðan hann var á vegnum, skein eitt ljós av himli knappliga um hann, og ein rødd segði: „Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?“ Saul, ið varð blindaður av ljósinum, spurdi: „Hvør ert Tú?“ Og røddin svaraði: „Eg eri Jesus.“ — Ápostlasøgan 9:3-5.

Tríggjar dagar seinni sendi Jesus ein lærisvein, ið æt Ánanias, til Saul, fyri at geva honum sjónina aftur. Saul bleiv doyptur og fór djarvur at boða um Jesus. Saul bleiv kendur sum ápostulin Paulus og gjørdist ein íðin limur í kristnu samkomuni.

Lærisveinarnir hjá Jesusi høvdu higartil bert borið jødum og samverjum tey góðu tíðindini um Guds ríki. Men nú vísti ein eingil seg so fyri Korneliusi, einum gudsóttandi rómverskum heryvirmanni, og bað hann senda boð eftir ápostlinum Pæturi. Pætur fór, saman við nøkrum øðrum, til Kornelius og bar honum og húski hansara gleðiboðini. Ímeðan Pætur talaði, kom heilagur andi yvir hesar trúgvandi ikkijødar, og ápostulin gav boð um, at teir skuldu doypast í navni Jesusar. Nú høvdu fólk úr øllum tjóðum møguleika at koma inn á vegin, sum førir til ævigt lív. Samkoman var til reiðar at bera tey góðu tíðindini út víða hvar.

— Grundað á Ápostlasøguna 1:1–11:21.