Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 127

Tann, sum tú vilt, eg skal vera

Tann, sum tú vilt, eg skal vera

(2. Pætursbræv 3:11)

  1. 1. Lívsins gávu fekk eg, Jehova, frá tær,

    kann eg geva nakað afturfyri frá mær?

    Títt orð hevur kraft, speglar hjarta og anda,

    lat meg síggja rætt, um mín sál er í vanda.

    (BRÚGV)

    Eg gav tær eitt lyfti og tæni tær nú,

    at tað er mín gleði, góði faðir, veitst tú.

    Tú kennir mítt hjarta, eg elski tín veg,

    og gongst, sum eg vil, so gleði eg teg.

    Lær meg á at skyna, á Gud, gev mær skil.

    Tú sært, hvør eg eri, faðir, evna meg til

    og ger meg til tann, sum tú vilt, eg skal vera,

    ja, vís tú mær á, hvat ið best er at gera.