Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 143

Røsk og árvakin skulu vit bíða

Røsk og árvakin skulu vit bíða

(Rómbrævið 8:20-25)

  1. 1. Við fullum rætti Jehova

    í allar ævir kann ráða,

    men tíðarteknini vísa,

    ein rættaruppgerð er nær.

    (NIÐURLAG)

    Røsk og árvakin skulu vit bíða,

    gleðast, til vit verða fríað,

    tá er alt farið, sum var.

  2. 2. Skjótt koma boðanir greiðar,

    Guds sonur ger seg til reiðar,

    hann dregur svørðið úr slíðra,

    við kraft hann fíggindan slær.

    (NIÐURLAG)

    Røsk og árvakin skulu vit bíða,

    gleðast, til vit verða fríað,

    tá er alt farið, sum var.

  3. 3. Um øll í løtuni líða,

    við góðum vónum vit bíða.

    Í trúnni eru vit vakin

    og skilja, frelsan er nær.

    (NIÐURLAG)

    Røsk og árvakin skulu vit bíða,

    gleðast, til vit verða fríað,

    tá er alt farið, sum var.

(Les eisini Matt. 25:13; Luk. 12:36.)