Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 35

Dømið um, hvat beinast er!

Dømið um, hvat beinast er!

(Filippibrævið 1:10)

  1. 1. Í hesi tíð er neyðugt at kanna

    og skilja, hvat ið er satt,

    tí tann, ið dugir væl á at skyna,

    kann fremja vilja Guds rætt.

    (NIÐURLAG)

    Hatið alt ilt, elskið alt gott,

    stórt ella smátt,

    Gud signar okkara lív, um vit glað

    dag fyri dag

    læra at døma, hvat beinast er.

  2. 2. Hvat hava vit í huganum fremri

    enn ganga boð fyri Gud,

    so tann, ið ivast, sannleikan lærir

    og fær í vónini lut?

    (NIÐURLAG)

    Hatið alt ilt, elskið alt gott,

    stórt ella smátt,

    Gud signar okkara lív, um vit glað

    dag fyri dag

    læra at døma, hvat beinast er.

  3. 3. Ja, gera vit nú tað, sum er beinast,

    og halda á uttan slit,

    so gevur Gud tann lívsæla friðin,

    ið stígur upp um alt vit.

    (NIÐURLAG)

    Hatið alt ilt, elskið alt gott,

    stórt ella smátt,

    Gud signar okkara lív, um vit glað

    dag fyri dag

    læra at døma, hvat beinast er.