Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 72

Boða sannleikan um ríkið

Boða sannleikan um ríkið

(Ápostlasøgan 20:20, 21)

  1. 1. Har var ein tíð, tá tú og eg

    so illa funnu rættan veg.

    Men Jehova sendi ljós,

    sum lýsti inn á røttu kós.

    Nú sóu vit Guds vilja greitt,

    vit skuldu tæna øll sum eitt,

    gera kent Jehova navn

    og boða ríkið, sum er fyri stavn.

    Vit bera boð í bygd og bý,

    at sannleikin ger bundin frí,

    so ein og hvør, ið hevur stríð,

    kann fáa vón um fagra tíð.

    Og boða vit so víða hvar,

    Jehova Gud úr himli sær,

    at vit tæna fús og glað,

    inntil hann sigur, nú er liðugt lag.