Far beinleiðis til innihaldið

Hava Jehova vitni sína egnu bíbliu?

Hava Jehova vitni sína egnu bíbliu?

 Jehova vitni hava brúkt nógvar ymiskar umsetingar, tá ið tey hava kannað Bíbliuna. Men okkum dámar serliga væl New World Translation of the Holy Scriptures (umsett til nógv mál), tí hon brúkar Guds navn, er nágreiniliga umsett og løtt at skilja.

  •   Brúkar Guds navn. Summi bíbliuforløg hava ikki givið høvundinum æru. Ein bíbliuumseting reksar til dømis nøvnini upp á 70 fólkum, sum onkursvegna stuðlaðu framleiðsluni. Men henda sama bíblian brúkar ikki navnið á høvundinum – Jehova Gudi – eina einastu ferð!

     Harafturímóti hevur New World Translation sett Guds navn aftur í tekstin tær fleiri túsund ferðirnar, sum tað stóð í upprunatekstinum, meðan nevndin, ið gjørdi umsetingina, er dulnevnd.

  •   Nágreiniliga umsett. Ikki allar umsetingar endurgeva upprunaliga boðskapin í Bíbliuni rætt. Ein umseting endurgevur til dømis Matteus 7:13 soleiðis: „Farið inn um hitt tronga portrið, tí portrið til helviti er vítt, og vegurin, sum førir til tað, er lættur at ganga.“ Men í upprunatekstinum stendur „oyðing“, ikki „helviti“. Umsetararnir hava møguliga brúkt orðið „helviti“, tí teir hildu, at tey óndu skuldu pínast allar ævir í einum brennandi helviti. Men tann hugsanin hevur einki grundarlag í Bíbliuni. Endurgevingin í New World Translation er tí nágreinilig, tá ið hon sigur: „Farið inn um hitt tronga portrið, tí vítt er portrið, og breiður er vegurin, sum førir til oyðing.“

  •   Løtt at skilja. Ein góð umseting skal ikki bert vera nágreinilig, hon skal eisini vera løtt at skilja. Eitt dømi: Orðini hjá Jesusi í Matteus 5:3 merkja orðarætt: „Sæl eru hini fátæku í anda.“ Hesin teksturin er heldur ógreiður, og tí endurgevur New World Translation ørindið, so tað er lættari at skilja. Har stendur: „Lukkulig eru tey, sum ásanna, at tey hava ein andaligan tørv.“

 New World Translation brúkar altso Guds navn, er nágreiniliga umsett og løtt at skilja, men eitt annað, sum eisini er heilt serligt við henni, er, at hon verður latin fólki ókeypis! Tí kunnu milliónir lesa Bíbliuna á móðurmálinum, eisini tey, sum annars ikki hava ráð at keypa sær eina bíbliu.