Far beinleiðis til innihaldið

Sjúk verða uggað og fáa praktiska hjálp

Sjúk verða uggað og fáa praktiska hjálp

Fólk, sum eru álvarsliga sjúk, verða lætt bangin, og skulu tey innleggjast, stúra tey ofta enn meira. Í eini grein í einum blaði til læknar og sjúkrarøktarfrøðingar stóð, at „tað sambært kanningum er sera umráðandi fyri heilsuna, at kensluligi og andaligi tørvurin hjá sjúklinginum verður nøktaður“. a

Fyri at nøkta henda tørvin ugga og hjálpa Jehova vitni trúarfelagum, sum liggja á sjúkrahúsi. Elstar syrgja fyri, at tey sjúku í samkomuni fáa vitjan. Men hvat so, tá ið Jehova vitni verða innløgd á sjúkrahús langt heimanífrá? Jehova vitni hava skipað fyri sjúklingavitjanarbólkum í stórbýum kring heimin. Elstar, sum eru í hesum bólkum, vitja regluliga sjúkrahús fyri at hjálpa Jehova vitnum og familjum teirra, ið koma aðrastaðnis frá í landinum ella enntá úr øðrum londum fyri at fáa læknaviðgerð. Meira enn 28.000 sjálvbodnir elstar virka í umleið 1.900 sjúklingavitjanarbólkum í seks heimspørtum. b

Hvussu hjálpa vitjanarbólkarnir sjúklingum andaliga?

William, sum er í einum sjúklingavitjanarbólki, sigur: „Eg havi kunnað uggað Jehova vitni og familjur teirra bara við at vera hjá teimum, tosa við tey og lurta. Eg vissi tey um, at Jehova Gud veit, hvussu tey hava tað, og at hann er góður við tey. Bæði sjúklingar og tey í familjuni hjá teimum verða glað, tá ið eg biði eina bøn saman við teimum.“

Nógv hava sagt, hvussu takksom tey eru fyri ugganina, tey hava fingið. Niðanfyri eru nøkur dømi úr USA, har næstan 7.000 sjálvbodnir elstar eru við í sjúklingavitjanarbólkum.

  • Priscilla hevur sagt: „Takk fyri, at tit vitjaðu pápa mín á sjúkrahúsinum, tá ið hann hevði fingið eina heilabløðing. Hann var so glaður fyri tað, og hann var hugtikin av, at ein slík skipan er til. Eg haldi, at hann kom skjótari fyri seg, tí tit vitjaðu hann.“

  • Ophilia, sum misti mammu sína, segði við ein úr sjúklingavitjanarbólkinum: „Mamma var so glað fyri, at tit vitjaðu hana. Hon visti, at tað var Jehova, sum hevði sent tykkum. Takk fyri tykkara umsorgan.“

  • Ein sjúklingur var ørkymlaður og bangin, tí hann hevði fingið at vita, at hann bert hevði fáar dagar eftir at liva. James, sum er í einum sjúklingavitjanarbólki, var hjá honum og uggaði hann við orðunum, sum standa í Bíbliuni í Filippibrævinum 4:6, 7. James sigur: „Hann var fullkomiliga broyttur, tá ið eg vitjaði hann dagin eftir. Hóast døpru útlitini var hann vísur í, at Jehova fór at hjálpa honum, og tað var faktiskt hann, sum uggaði meg!“

Hvussu hjálpa vitjanarbólkarnir sjúklingum praktiskt?

Pauline, sum misti mannin á einum sjúkrahúsi langt heimanífrá, skrivaði soleiðis: „Túsund takk fyri, at tit hjálptu okkum ta ringastu tíðina, vit hava upplivað sum familja. Bara tað at vita, at tit fóru at vera á sjúkrahúsinum, tá ið vit komu um midnáttarleitið, sjálvt um tit skuldu til arbeiðis næsta dag, var uggandi. Takk fyri, at tit syrgdu fyri, at vit øll 11 fingu innivist, og fyri, at tit høvdu samband við okkum alla sjúkugongdina. Eg takki Jehova og hansara samskipan fyri, at vit fingu so stóra troyst.“

Nicki, Gayle og Robin vóru fyri einum ferðsluóhappi umleið 300 kilometrar heimanífrá. Carlos, sum er í einum vitjanarbólki, fekk boð um hetta og tók ímóti teimum, tá ið tær komu á sjúkrahúsið. Hann sigur: „Eg bjóðaði mær at hjálpa teimum við tí, tær høvdu tørv á, og tað endaði við, at eg ansaði eftir lítla hundinum hjá Nicki, meðan hon fekk læknaviðgerð.“ Síðani komu Curtis, ein annar úr sjúklingavitjanarbólkinum, og kona hansara. Tey vórðu verandi á sjúkrahúsinum, inntil familjurnar hjá gentunum komu fram fleiri tímar seinni. Ein vinur hjá familjuni segði: „Allar tríggjar blivu uggaðar av umsorganini, tær fingu. Men Robin, systir Nicki, sum ikki er eitt Jehova vitni, var púra ovfarin av allari hjálpini, sum tær fingu frá sjúklingavitjanarbólkinum.“

a „Addressing Patients’ Emotional and Spiritual Needs” í tíðarritinum The Joint Commission Journal on Quality and Patient Safety, desember 2003, bind 29, nr. 12, síða 661.

b Allir elstar hjá Jehova vitnum tæna samkomuni sum andaligir hirðar, lærarar og boðarar, og tað gera teir, sum eru í sjúklingavitjanarbólkunum, eisini. Teir fáa ikki løn fyri hetta arbeiðið, men teir gera tað villiga og við gleði. – 1. Pætursbræv 5:2.