Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL NÍGGJU

Vit liva á „síðstu døgum“

Vit liva á „síðstu døgum“
  • Hvørjar nútíðar hendingar og heimsviðurskifti eru fyriboðað í Bíbliuni?

  • Hvussu skuldu fólk sambært Guds orði vera á „síðstu døgum“?

  • Hvørjar positivar broytingar skuldu sambært Bíbliuni eyðkenna ’síðstu dagarnar’?

1. Hvar fáa vit nakað at vita um framtíðina?

HEVUR tú, tá tú hevur sæð tíðindi í sjónvarpinum onkuntíð undrast á, hvørja framtíð hesin heimurin man hava? Vanlukkur og aðrir sorgarleikir koma so knappliga og óvæntað, at eingin er førur fyri at siga, hvussu dagurin verður í morgin. (Jákup 4:14) Men Jehova veit, hvat framtíðin ber við sær. (Esaias 46:10) Í orði sínum, Bíbliuni, hevur hann langt síðani boðað ikki bara frá ræðuleikunum, sum fara fram nú á døgum, men eisini frá tí avbera góða, sum verður í nærmastu framtíð.

2, 3. Hvønn spurning settu lærisveinarnir Jesusi, og hvussu svaraði hann?

2 Jesus Kristus fortaldi um Guds ríki, sum skal steðga øllum óndskapi og broyta jørðina til eitt paradís. (Lukas 4:43) Fólk vildu sjálvandi fegin vita, nær hetta ríkið skuldi koma. Lærisveinarnir hjá Jesusi spurdu hann: „Hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ (Matteus 24:3) Jesus svaraði, at eingin uttan Jehova Gud visti nágreiniliga, nær endin á hesi heimsskipanini kom. (Matteus 24:36) Men Jesus segði frá ymiskum heimsviðurskiftum og hendingum, sum skuldu eyðkenna tíðina, beint áðrenn Guds ríki fór at skapa frið og trygd á jørðini. Og tær hendingarnar fara fram nú!

3 Latið okkum, áðrenn vit kanna prógvini um, at vit liva í tí tíðarskeiði, sum nevnist ’endin á tíðini’, stutt geva okkum far um ein bardaga, sum einki menniskja hevur sæð. Hann fór fram í ósjónliga andaheiminum, og úrslitið av honum ávirkar okkum.

EIN BARDAGI Í HIMLI

4, 5. (a) Hvat hendi í himli, stutt eftir at Jesus hevði fingið ræði sum kongur? (b) Hvørjar avleiðingar skuldi bardagin í himli fáa sambært Opinberingini 12:12?

4 Undanfarna kapitlið greiddi frá, at Jesus Kristus fekk kongavald í himli í árinum 1914. (Dániel 7:13, 14) Stutt eftir fór hann til verka. „Bardagi varð í himli,“ sigur Bíblian. „Mikael [eitt annað navn fyri Jesus] og einglar hansara tóku at berjast við drekan [Satan Djevulin], og drekin og einglar hansara bardust.“ * Satan og hansara óndu einglar, illu andarnir, taptu bardagan og vórðu kastaðir út úr himli og niður til jarðar. Trúføstu einglarnir hjá Gudi gleddust um, at Satan og hansara illu andar nú vóru burtur. Men hjá menniskjunum var støðan ein onnur. Fyriboðanin í Bíbliuni var henda: „Vei jørðini . . . Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“ — Opinberingin 12:7, 9, 12.

5 Legg til merkis, hvørjar avleiðingar bardagin í himli skuldi fáa. Í allari øði síni skuldi Satan elva vei, ella trongdir, yvir tey, sum búðu á jørðini. Sum tú sært niðanfyri, liva vit júst nú í hesi tíðini við ’vei’. Men hon verður lutfalsliga „stutt“. Tað veit Satan eisini. Í Bíbliuni nevnist hetta tíðarskeiðið ’síðstu dagarnir’. (2 Timoteus 3:1) Vit kunnu gleðast um, at Gud skjótt steðgar ávirkanini, sum Satan hevur á jørðina. Latið okkum kanna nakað av tí, sum Bíblian hevur boðað frá; hendingar, sum eru farnar fram í okkara tíð, og sum enn fara fram fyri eygum okkara. Tær prógva, at vit liva á síðstu døgum, og at Guds ríki skjótt fer at bera teimum, sum elska Jehova, ævigar signingar. Latið okkum fyrst kanna fýra partar av tekninum, sum sambært Jesusi skuldi eyðkenna endan á hesi heimsskipanini.

STÓRAR BROYTINGAR Á SÍÐSTU DØGUM

6, 7. Hvussu ganga orð Jesusar um bardaga og matvørutrot út nú á døgum?

6 „Tjóð skal reisast móti tjóð.“ (Matteus 24:7) Bardagar hava tey undanfarnu 100 árini kravt milliónir av mannalívum. Ein bretskur søgufrøðingur skrivaði soleiðis: „20. øldin var hin blóðigasta í søguligari tíð. . . . Hetta var ein øld við støðugum bardaga, bert avbrotin av fáum, stuttum tíðarskeiðum uttan skipaðar, vápnaðar ósemjur onkustaðni á jørðini.“ Í eini frágreiðing frá Worldwatch Institute stendur at lesa: „Tríggjar ferðir so nógv fullu í bardøgum í [20.] øld sum í øllum bardøgunum úr fyrstu øld eftir Kristus til 1899.“ Síðan 1914 eru meira enn 100 milliónir menniskju deyð í bardøgum. Sjálvt um vit kanska av royndum vita, hvussu stóra sorg tað kann hava við sær at missa ein av sínum kæru í bardaga, kunnu vit illa ímynda okkum hesa nívandi sorgina faldaða við fleiri milliónum.

7 „Hungur . . . skal vera.“ (Matteus 24:7) Granskarar siga, at matvøruframleiðslan er hækkað munandi tey seinastu 30 árini. Kortini er framvegis ov lítið av mati, tí nógv hava hvørki pengar til mat ella jørð, sum tey kunnu dyrka. Í menningarlondum mugu meiri enn ein milliard menniskju klára seg fyri ein dollara ella minni í inntøku um dagin. Meginparturin líður áhaldandi hungur. Heimsheilsustovnurin metir, at hungur er ein høvuðsorsøkin til, at meiri enn 5 milliónir børn doyggja á hvørjum ári.

8, 9. Hvat vísir, at profetiin hjá Jesusi um jarðskjálvtar og pest er gingin út?

8 „Stórir jarðskjálvtar skulu vera.“ (Lukas 21:11) Sambært Jarðfrøðistovninum í USA kunnu vit vænta 19 stórar jarðskjálvtar á hvørjum ári í miðal, sum eru so sterkir, at teir kunnu skaða bygningar og gera sprungur í jørðina. Og á hvørjum ári hevur í miðal ein jarðskjálvti verið nóg sterkur at leggja bygningar í sor. Skrásetingar vísa, at meir enn tvær milliónir hava latið lív í jarðskjálvtum síðan 1900. Ein kelda sigur frá: „Teknisku framstigini hava bert givið talinum á deyðsofrum eitt lítið kvink niðureftir.“

9 ’Pestur skal vera.’ (Lukas 21:11) Hóast læknafrøðilig framstig verður mannaættin herjað av bæði nýggjum og gomlum sjúkum. Ein frágreiðing vísir, at 20 vælkendar sjúkur — teirra millum tuberklar, malaria og kolera — tey seinnu áratíggjuni eru blivnar alt meiri vanligar, og at ávísar sjúkur verða støðugt ringari at basa við heilivági. Í veruleikanum eru minst 30 nýggjar sjúkur komnar undan kavi. Nakrar av teimum eru deyðiligar og kunnu, sum er, ikki viðgerast.

FÓLKINI Á SÍÐSTU DØGUM

10. Hvørji lyndiseyðkenni, sum Paulus boðaði frá í Seinna Timoteusarbrævi 3:1-5, hevur tú sæð hjá fólki nú á døgum?

10 Umframt at geva eina lýsing av ávísum broytingum í heimsviðurskiftunum hevur Bíblian eisini boðað frá, at síðstu dagarnir skuldu vera eyðkendir av eini atburðar- og hugburðarbroyting í menniskjasamfelagnum. Paulus ápostul greiddi frá, hvussu fólk vanliga skuldu vera. Í Seinna Timoteusarbrævi 3:1-5 lesa vit: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.“ Paulus segði eitt nú, at menniskju skuldu vera

  • góð við seg sjálv

  • peningakær

  • foreldrum ólýðin

  • vanheiløg

  • kærleiksleys

  • ófráhaldandi

  • ómild

  • elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud

  • skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans

11. Hvussu lýsir Sálmur 92:8 tað, sum skal henda teimum óndu?

11 Eru fólk eisini blivin soleiðis, har sum tú býrt? Fólk við vánaligum lyndi eru allastaðni at finna, og tað vísir, at Gud skjótt fer at leggja seg út í viðurskiftini. Bíblian sigur nevniliga: „Táið gudleys grógva sum grasið, og øll tey, ið gera órætt, blóma, so er tað bert til at verða oydd við alla.“ — Sálmur 92:8.

POSITIVAR BROYTINGAR!

12, 13. Hvussu er ’kunnskapurin blivin stórur’ í hesi „tíð endans“?

12 Vei eyðkennir veruliga síðstu dagarnar, soleiðis sum Bíblian hevur boðað frá. Men mitt í hesum trupla heimi eru eisini positivar broytingar at síggja hjá teimum, sum tilbiðja Jehova.

13 „Kunnskapurin skal verða stórur,“ hevur Bíblian boðað frá. Nær skuldi tað verða? Í „tíð endans“. (Dániel 12:4) Serstakliga síðan 1914 hevur Jehova hjálpt teimum, sum veruliga vilja tæna honum, at skilja Bíbliuna betur. Tey hava fingið eina betri fatan av teimum virðismiklu sannleikunum um Guds navn og ætlan, endurloysingarofrið hjá Jesusi Kristi, støðuna, sum tey deyðu eru í, og um uppreisnina. Hartil hava tey, sum tilbiðja Jehova, eisini lært at liva lív sítt soleiðis, at tað gagnar teimum sjálvum og ber Gudi prís. Tey hava eisini fingið betri skil á, hvønn leiklut Guds ríki hevur, og hvussu tað skal fáa viðurskiftini á jørðini í rættlag. Hvat gera tey við tann kunnskapin? Hesin spurningurin leiðir okkum fram á eina aðra profeti, sum gongur út nú á síðstu døgum.

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ — Matteus 24:14

14. Í hvussu stóran mun eru gleðiboðini um Ríkið prædikað í dag, og hvør ber boðskapin út?

14 „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki,“ segði Jesus Kristus í profeti síni um endan á hesi heimsskipanini. (Matteus 24:3, 14) Gleðiboðini um Ríkið verða prædikað allastaðni á jørðini. Hvat Ríkið er, hvat tað fer at gera, og hvussu vit kunnu fáa lut í signingum tess, verður boðað í meiri enn 230 londum og á meira enn 400 málum. Fleiri milliónir Jehova Vitni prædika íðin gleðiboðini um Ríkið. Tey koma úr „øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“. (Opinberingin 7:9) Tey hava ókeypis bíbliuskeið við milliónum av menniskjum, sum fegin vilja vita, hvat Bíblian veruliga lærir. Tað er undranarvert, at profetiin er gingin út, serstakliga við tí í huga at sonn kristin, sum Jesus boðaði frá, skuldu ’verða hatað av øllum’. — Lukas 21:17.

HVAT FERT TÚ AT GERA?

15. (a) Trýrt tú, at vit liva á síðstu døgum, og um so er hví? (b) Hvønn týdning fær „endin“ fyri tey, sum standa Jehova ímóti, og fyri tey, sum geva seg undir Guds ríkis stjórn?

15 Hvussu verður tú ávirkaður av at síggja allar hesar bíbliuprofetiirnar ganga út nú á døgum? Tekur tú undir við, at vit liva á síðstu døgum? Tá gleðiboðini eru prædikað í tann mun, Jehova vil, kemur „endin“ uttan iva. (Matteus 24:14) „Endin“ er tíðin, tá Gud beinir allan óndskap burtur av jørðini. Við Jesusi og sínum veldigu einglum ger hann enda á øllum teimum, sum sjálvráðin og við vilja standa honum ímóti. (2 Tessalonikabræv 1:6-9) Satan og hansara illu andar skulu ikki longur villleiða tjóðirnar. Síðani skal Guds ríki oysa signingar út yvir øll, sum geva seg undir rættvísu stjórn tess. — Opinberingin 20:1-3; 21:3-5.

16. Hvat átti tú at gjørt?

16 Tá tað nú ber móti endanum á Satans skipan, mugu vit hvør sær spyrja okkum sjálvi: ’Hvat eigi eg at gera?’ Tað er skilagott áhaldandi at læra meira um Jehova og tey krøvini, hann setir okkum. (Jóhannes 17:3) Granska íðin Bíbliuna. Fá tær til vana at koma regluliga saman við øðrum, sum royna at gera Jehova vilja. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Fá tær tann stóra kunnskapin, sum Jehova bjóðar menniskjum allastaðni á jørðini, og frem tær broytingarnar í tínum lívi, sum skulu til fyri at fáa hansara tokka. — Jákup 4:8.

17. Hví kemur oyðingin av teimum óndu óvart á tey flestu?

17 Sum Jesus boðaði frá, fóru tey flestu ikki at lata teknini um, at vit liva á síðstu døgum, við seg koma. Oyðingin av teimum óndu kemur knappliga og óvæntað. Sum tjóvur á nátt kemur hon óvart á tey flestu. (1 Tessalonikabræv 5:2) Jesus ávaraði: „Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur. Sum tey í døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og tey vitstu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll — so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.“ — Matteus 24:37-39.

18. Hvørja ávaring frá Jesusi eiga vit at taka í álvara?

18 Tí gav Jesus áhoyrarum sínum hesi ráð: „Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart! Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva. Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“ (Lukas 21:34-36) Vit áttu at tikið orðini hjá Jesusi í álvara. Hví? Tí tey, sum Jehova Gud og ’Menniskjasonurin’ [Jesus Kristus] góðkenna, kunnu gleða seg til at koma undan endanum á Satans skipan og liva æviga í frálíku nýggju verðini, sum nú er nær. — Jóhannes 3:16; 2 Pætur 3:13.

^ par. 4 Upplýsingar, sum vísa, at Mikael er eitt annað navn fyri Jesus, eru at finna í uppískoytinum „Hvør er høvuðseingilin Mikael?