Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 15

Hvør er Jesus?

Hvør er Jesus?

Jesus er ein tann mest kendi persónurin í søguni. Men hóast tað vita nógv ikki nakað serligt um hann. Og tað eru eisini nógvar ymiskar meiningar um, hvør Jesus í veruleikanum er. Men hvat sigur Bíblian um hann?

1. Hvør er Jesus?

Jesus er ein máttmikil eingil í himli. Jehova skapti hann, áðrenn hann skapti alt annað. Og tí verður Jesus róptur „hin frumborni als skapnings“. (Kolossebrævið 1:15) Jesus er tann einasti, sum Jehova skapti heilt einsamallur, og tí verður hann róptur ’einborni sonur’ Guds. (Jóhannes 3:16) Jesus arbeiddi tætt saman við faðir sínum, Jehova, og hjálpti honum at skapa alt annað. (Les Orðtøkini 8:30.) Teir eru enn sera tætt knýttir. Jesus verður nevndur „Orðið“, og tað merkir, at hann ber einglum og menniskjum boðskapir frá Gudi. – Jóhannes 1:14.

2. Hví kom Jesus niður á jørðina?

Fyri umleið 2.000 árum síðani brúkti Jehova sín heilaga anda til at gera eitt undurverk. Hann syrgdi fyri, at Jesus varð føddur á jørðini sum eitt menniskja. Mamma Jesus æt Maria, og hon var jomfrú, tá ið hon átti hann. (Les Lukas 1:34, 35.) Jesus kom niður á jørðina, tí hann skuldi verða Messias, ella Kristus, og tí hann skuldi bjarga mannaættini. a Jesus uppfylti allar profetiirnar í Bíbliuni um Messias, og tað gjørdi, at fólk skiltu, at hann var „Kristus, Sonur hins livandi Guds“.Matteus 16:16.

3. Hvar er Jesus nú?

Aftan á at Jesus var deyður, bleiv hann reistur upp sum ein eingil og fór aftur til himmals. Har ’setti Gud hann ógvuliga høgt’. (Filippibrævið 2:9) Nú hevur Jesus stórt vald, og tað er bara Jehova, sum hevur størri vald enn hann.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvør Jesus veruliga er, og hví tað hevur so stóran týdning at læra hann at kenna.

4. Jesus er ikki Gud

Bíblian sigur, at Jesus er ein máttmikil eingil í himli, men hon sigur eisini, at Jehova er hin allarhægsti, og at hann er Gud og faðir Jesusar. Hvussu vita vit tað? Hygg at VIDEONUM, og fá at vita, hvat Bíblian sigur um, hvør munurin er á Jesusi og Gudi.

Vit fara at kanna nøkur bíbliuørindi, sum vísa, hvør munurin er á Jehova og Jesusi. Les ørindini, og tosa um spurningarnar.

Les Lukas 1:30-32.

  • Hvat segði ein eingil um sambandið millum Jesus og Jehova, sum er ’hin Hægsti’?

Les Matteus 3:16, 17.

  • Hvat segði røddin frá himli, tá ið Jesus bleiv doyptur?

  • Hvør var tað, sum segði tað?

Les Jóhannes 14:28.

  • Hvør er eldri og bestemmar – ein pápi ella ein sonur?

  • Hvat lærir tað okkum, at Jesus rópti Jehova fyri faðir?

Les Jóhannes 12:49.

  • Helt Jesus, at hann og faðirin vóru tann sami? Hvat heldur tú?

5. Jesus var Messias

Í Bíbliuni eru nógvar profetiir, sum skuldu hjálpa fólki at finna út av, hvør Messias var. Gud hevði sagt, at tað var hann, sum skuldi frelsa mannaættina. Hygg at VIDEONUM, og fá meira at vita um nakrar profetiir, sum Jesus uppfylti, tá ið hann var á jørðini.

Les hesar bíbliuprofetiirnar, og tosa um spurningarnar:

Les Mika 5:1, og finn út av, hvar Messias skuldi verða føddur. b

  • Bleiv henda profetiin uppfylt, tá ið Jesus bleiv føddur? – Matteus 2:1.

Les Sálm 34:21 og Zakarias 12:10, og fá at vita, hvat Bíblian profeteraði um deyðan hjá Messiasi.

  • Blivu hesar profetiirnar uppfyltar? – Jóhannes 19:33-37.

  • Heldur tú, at Jesus hevði kunnað havt nakra ávirkan á, at hesar profetiirnar blivu uppfyltar?

  • Hvat lærir hetta teg um Jesus?

6. Lær meira um Jesus

Bíblian vísir, at tað hevur stóran týdning at læra meira um Jesus og tað, sum hann fer at gera. Les Jóhannes 14:6 og 17:3, og tosa um henda spurningin:

  • Hví hevur tað so stóran týdning at læra meira um Jesus?

Jesus er vegurin til eitt vinalag við Gud. Hann lærdi fólk sannleikan um Jehova, og tað er gjøgnum hann, at vit kunnu fáa ævigt lív

NØKUR SIGA: „Jehova vitni trúgva ikki upp á Jesus.“

  • Hvat hevði tú svarað upp á tað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jesus er ein máttmikil eingil. Hann er sonur Guds, og hann er Messias.

Greið frá

  • Hví verður Jesus róptur „hin frumborni als skapnings“?

  • Hvat gjørdi Jesus, áðrenn hann kom niður á jørðina?

  • Hvussu vita vit, at Jesus er Messias?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat merkir tað, at Gud var pápi Jesusar, og hvat merkir tað ikki?

„Hví verður Jesus róptur sonur Guds?“ (netgrein)

Hví er tríeindarlæran ikki ein bíbilsk læra?

„Er Jesus Gud?“ (Vakttornið 1. apríl 2009)

Hvussu broyttist lívið hjá Racquel, tá ið hon hevði kannað, hvat Bíblian sigur um Jesus?

„Ein jødisk kona greiðir frá, hví hon broytti trúgv“ (Vaknið! mai 2013)

a Partarnir 26 og 27 koma inn upp á, hví mannaættin hevur brúk fyri at blíva bjargað, og hvussu Jesus bjargar okkum.

b Í endagrein 2 kanst tú lesa um eina profeti, sum vísir, akkurát nær Jesus bleiv Messias.