Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Eg vildi ikki doyggja!

Eg vildi ikki doyggja!
  • FØDD: 1964

  • HEIMLAND: ONGLAND

  • FORTÍÐ: ÁBYRGDARLEYS UNG MAMMA

BAKGRUND

Eg bleiv fødd í Paddington, einum tættfólkaðum parti av London. Eg búði hjá mammu míni saman við trimum eldri systrum. Pápi mín drakk illa, so hann búði ikki altíð hjá okkum.

Tá ið eg var smágenta, lærdi mamma meg at biðja hvørt kvøld. Eg átti eina lítla bíbliu við Sálmunum, og eg plagdi at finna upp á løg, so eg fekk sungið teir. Einaferð las eg ein setning í einari bók, sum eg bleiv við at hugsa um. Hann ljóðaði: „Einaferð verður eingin morgindagur.“ Hesi orðini gjørdu, at eg lá vakin um náttina og hugsaði um framtíðina. Eg hugsaði: „Hetta lívið kann ikki vera alt. Hví eri eg her?“ Eg vildi ikki doyggja!

Eg bleiv hugtikin av tí okkulta og royndi at fáa samband við tey deyðu. Nøkur vinfólk úr skúlanum og eg plagdu at hyggja at ræðufilmum og ganga runt á kirkjugørðum. Vit hildu tað vera bæði spennandi og ræðandi.

Longu tá ið eg var tíggju ára gomul, byrjaði tað at ganga galið. Eg fór at roykja og bleiv skjótt bundin av tí. Seinni fór eg eisini at roykja marihuana. Og tá ið eg var ellivu, fór eg at drekka. Tað var ikki tí mær dámdi smakkin, men mær dámdi kensluna av at vera full. Eg elskaði tónleik og at dansa. So eg fór ofta í ball og diskotek. Eg plagdi at sníkja meg út um kvøldarnar og sníkja meg innaftur, beint áðrenn tað fór at lýsa. So eg var móð dagin eftir og skulkaði javnan úr skúlanum. Tá ið eg var í skúla, drakk eg ofta í fríkorterunum.

Eg fekk sera ringar karakterir, tá ið eg fór úr skúlanum. Og tað var soleiðis mamma uppdagaði, hvussu illa eg hevði skikkað mær. Hon bleiv so skuffað og ill. Vit fóru at skeldast, og eg rýmdi heimanífrá. Í eina tíð búði eg hjá sjeikinum, sum æt Tony. Hann stjól og seldi rúsevni og var kendur fyri at vera ekstremt harðligur. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn eg bleiv upp á vegin, og eg var bara 16, tá ið eg átti okkara son.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Fyrstu ferð eg møtti Jehova vitnum, var, tá ið eg búði á einum herbergi fyri ógiftar mammur við pinkubørnum. Lokalu myndugleikarnir høvdu syrgt fyri, at eg fekk eitt kamar har. Tvær konur, sum vóru Jehova vitni, vitjaðu javnan nakrar av teimum ungu mammunum. Ein dagin fór eg at práta við tær. Eg ætlaði at vísa teimum, at tær fóru skeivar, men tær vóru róligar og svaraðu øllum mínum spurningum við at brúka Bíbliuna. Tær vóru øgiliga blíðar og fittar. Mær dámdi tær so væl, at eg segði ja til at kanna Bíbliuna saman við teimum.

Eg lærdi nakað úr Bíbliuni, sum broytti mítt lív. Eg hevði altíð verið bangin fyri at doyggja, men nú fekk eg at vita, hvat Jesus segði um uppreisnina. (Jóhannes 5:28, 29) Eg skilti eisini, at Gud var góður við meg persónliga. (1. Pætursbræv 5:7) Mær dámdi serliga væl orðini í Jeremias 29:11. Har sigur Jehova Gud: „Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum, ... friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.“ Eg fór at trúgva upp á, at eg kundi fáa vón um at liva í einum paradísi á jørðini í allar ævir. – Sálmur 37:29.

Jehova vitni vístu mær sannan kærleika. Fyrstu ferð eg var á møti, legði eg merki til, hvussu blíð og vinarlig øll vóru. (Jóhannes 13:34, 35) Hetta var nakað heilt annað enn móttøkan, eg hevði fingið í eini lokalari kirkju. Jehova vitni tóku væl ímóti mær, sjálvt um eg livdi, sum eg gjørdi. Tey brúktu tíð og orku upp á meg, vístu mær umsorgan og hjálptu mær við øllum møguligum. Tað var sum at blíva partur av eini stórari, kerligari familju.

Bíblian hjálpti mær at skilja, at eg mátti gera nakrar broytingar fyri at kunna liva upp til moralnormarnar hjá Gudi. Tað var ikki lætt at leggja av at roykja. Eg fann út av, at tá ið eg lurtaði eftir onkrum ávísum tónleiki, fekk eg hug at roykja marihuana, so eg gavst at lurta eftir tí tónleikinum. Eg helt uppat at fara í ball og diskotek fyri ikki at blíva freistað til at drekka. Eg fekk nýggjar vinir, sum hjálptu mær at liva upp á ein máta, sum gleddi Jehova. – Orðtøkini 13:20.

Tony var eisini farin at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Tá ið hann fekk svar upp á sínar spurningar út frá Bíbliuni, bleiv hann eisini sannførdur um, at tað, sum hann lærdi, var sannleikin. Hann gjørdi stórar broytingar í sínum lívi; hann kvetti sambandið við sínar harðligu vinir, helt uppat at stjala og legði av at roykja marihuana. Vit skiltu bæði tvey, at vit máttu gera nakað fyri at fáa skil á okkara lív. So fyri at gleða Jehova og fyri at geva soni okkara ein tryggan uppvøkstur, giftu vit okkum í 1982.

„Eg liggi ikki longur vakin um náttina og stúri fyri framtíðini ella deyðanum“

Mær dámdi væl at lesa greinar í bløðunum Vakttornið og Vaknið! * um fólk, sum høvdu gjørt tær somu broytingarnar, sum eg gjarna vildi gera. Tað, sum eg las, uppmuntraði meg og gav mær hug at kempa víðari og ikki geva uppat. Eg bleiv við at biðja til Jehova um, at hann ikki skuldi sleppa mær. Tony og eg blivu doypt sum Jehova vitni í juli 1982.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Vinalagið við Jehova hevur bjargað mínum lívi. Tony og eg hava eisini upplivað, hvussu Jehova hevur hjálpt okkum, tá ið vit hava havt tað ringt. Vit hava lært at líta á Gud í stórum og smáum, og hann hevur altíð hjálpt okkum. – Sálmur 55:23.

Eg eri so glað fyri, at eg eisini havi kunnað lært sonin og dóttrina um Jehova. Og tað er so stuttligt at síggja, at tey nú eisini læra síni børn um Gud.

Eg liggi ikki longur vakin um náttina og stúri fyri framtíðini ella deyðanum. Tony og eg hava úr at gera við at vitja samkomur hjá Jehova vitnum hvørja viku. Saman við teimum hjálpa vit øðrum at fáa trúgv á Jesus, so tey eisini kunnu fáa vón um ævigt lív.

^ stk. 19 Jehova vitni hava givið út.