Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 109

Elskið hvørt annað av hjarta

Elskið hvørt annað av hjarta

(1. Pætursbræv 1:22)

  1. 1. Kærleikin, vit vísa í gerð,

    gleðir Jehova, har hann er.

    Okkara Gud er kærleiki,

    tí kennir hjartað frið.

    Heitar kenslur innanífrá

    byggja vit sannan vinskap á.

    Kærleikin setur onnur fremst,

    gleðist um góðan sið.

    Síggja vit ein vin í neyð,

    skjótt vit rætta honum hjálparhond,

    vísa, at vit leggja í,

    styrkja gomul vinabond.

    Jesus fúsur ofraði seg,

    leið fyri bæði teg og meg,

    slóðaði okkum lívsins veg.

    Brennandi í okkum er

    kærleiksorð og kærleiksgerð.