Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 118

„Gev okkum meiri trúgv“

„Gev okkum meiri trúgv“

(Lukas 17:5)

  1. 1. Tú kennir øll, ið tæna tær, Jehova,

    tú veitst, vit fingu ófullkomnan lut.

    Ein synd er til, sum lætt kann okkum tøla,

    at mangla trúgv á teg, vár stóri Gud.

    (NIÐURLAG)

    Gev okkum trúgv, vit bøna teg, Jehova,

    hjálp okkum, Gud, á lívsins truplu ferð.

    Gev okkum trúgv, vís fólki tínum miskunn,

    lat okkum æra teg í orð og gerð.

  2. 2. Ógjørligt er at toknast tær, Jehova,

    hjá tí, ið ikki eigur trúgv á teg.

    Tín løn er vís, tá onkur á teg lítur,

    við trúarskjøldri tryggjar hann sín veg.

    (NIÐURLAG)

    Gev okkum trúgv, vit bøna teg, Jehova,

    hjálp okkum, Gud, á lívsins truplu ferð.

    Gev okkum trúgv, vís fólki tínum miskunn,

    lat okkum æra teg í orð og gerð.