Far beinleiðis til innihaldið

Hví ganga Jehova vitni hús úr húsi?

Hví ganga Jehova vitni hús úr húsi?

 Jesus segði við lærisveinar sínar: „Gerið øll fólkasløg til lærisveinar.“ (Matteus 28:19, 20) Tá ið hann sendi sínar fyrstu lærisveinar út, bað hann teir vitja fólk heima við hús. (Matteus 10:7, 11-13) Eftir Jesu deyða, hildu tey kristnu í fyrstu øld fram at bera boðskapin út bæði „á samkomum og í húsunum“, tað vil siga alment og hús úr húsi. (Ápostlasøgan 5:42; 20:20) Vit taka eftir teimum fyrstu kristnu, og vit eru komin eftir, at tað riggar væl at ganga hús úr húsi og soleiðis koma á tal við fólk.