Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Lívið hjá mær bara versnaði

Lívið hjá mær bara versnaði
  • FØDDUR: 1952

  • HEIMLAND: USA

  • FORTÍÐ: ILLSINTUR OG HARÐLIGUR

BAKGRUND

Eg vaks upp ymisk støð í Los Angeles í Kalifornia, har tað var ógvuliga vanligt at misnýta rúsevni og at hava gøtubandar. Vit vóru seks systkin, og eg var næstelstur.

Mamma plagdi at taka okkum við á møti í eini evangeliskari kirkju, frá tí vit vóru heilt lítil. Men sum tannáringur fór eg at liva eitt dupultlív. Sunnudagar sang eg í kirkjukórinum, og restina av vikuni handlaði alt bara um ball, rúsevni og sex.

Eg bleiv lætt illsintur og harðligur. Eg kundi finna upp á hvat sum helst fyri at vinna eitt slagsmál. Tað, sum eg lærdi í kirkjuni, gjørdi ongan mun. Eg plagdi at siga: „Hevndin hoyrir Harranum til – og eg eri hansara amboð!“ Meðan eg gekk á miðnámsskúla síðst í 1960’unum, var eg sera hugtikin av einum politiskum bólki, sum bardist fyri mannarættindum. Eg bleiv partur av einari ungdómsrørslu á skúlanum, sum bardist fyri tí sama. Vit skipaðu ofta fyri mótmælisgongum, sum hvørja ferð høvdu við sær, at skúlin noyddist at steingja í eina tíð.

Eg var so illsintur, at tað ikki var nokk bara at vera við í mótmælisgongum, og tí fór eg eisini at gera hatursbrotsverk. Til dømis fóru eg og vinmenninir viðhvørt at hyggja at filmum um, hvussu illa afrikanskir trælir vórðu viðfarnir í USA. Vit blivu so illir, at vit longu í biografinum løgdu á ung fólk, sum vóru hvít. Aftan á tað fóru vit yvir í grannaløg, har sum hvít fólk búðu, fyri at finna fleiri at buka.

Tá ið eg var síðst í tannárunum, komu eg og beiggjarnir hjá mær í klammarí við myndugleikarnar, og vit blivu kendir fyri at vera harðligir og kriminellir. Ein av yngru beiggjunum var limur í einum kendum banda, og eg fór at fylgjast við teimum. Lívið hjá mær bara versnaði.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Foreldrini hjá einum vinmanni vóru Jehova vitni. Tey bjóðaðu mær við á møti í samkomuni, og eg tók av. Eg sá beinanvegin, hvussu øðrvísi Jehova vitni vóru. Øll høvdu eina bíbliu, sum tey fylgdu við í undir møtinum. Har vóru enntá ung, sum hildu fyrilestrar. Tað gjørdi inntrykk upp á meg at læra, at Gud eitur Jehova og hoyra fólk brúka hansara navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Nógv ymisk fólkasløg vóru í samkomuni, men tað sást týðiliga, at eingin rasuskilnaður var.

At byrja við vildi eg ikki kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, men mær dámdi væl at ganga á møti hjá teimum. Eitt kvøldið, tá ið eg var á møti, fóru nakrir vinmenn hjá mær á konsert. Har bukaðu teir ein ungan drong til deyðis, tí hann ikki vildi geva teimum leðurjakkan hjá sær. Dagin eftir reypaðu teir um tað. Sjálvt meðan teir vóru í rættinum, flentu teir bara at tí, sum teir høvdu gjørt. Teir flestu av teimum fingu lívlanga fongsulsrevsing. Sum eg var glaður fyri, at eg ikki hevði verið við teimum tað kvøldið. Eg setti mær fyri at broyta kós og byrja at kanna Bíbliuna.

Eg hevði upplivað so nógvar rasufordómar, at eg bleiv púra bilsin um, hvussu øðrvísi tað var hjá Jehova vitnum. Tá ið eitt hvítt Jehova vitni til dømis noyddist at fara uttanlanda, læt viðkomandi eina svarta familju taka sær av børnunum ímeðan. Og ein hvít familja tók ein svartan drong til sín, sum manglaði eitt stað at búgva. Tað sannførdi meg um, at Jehova vitni liva upp til orðini hjá Jesusi í Jóhannes 13:35. Har stendur: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ Eg hevði funnið ein trúarbólk, har fólk virkuliga vóru góð við hvønn annan.

Tá ið eg fór at kanna Bíbliuna, skilti eg so við og við, at eg mátti broyta hugsanarhátt. Tað var ikki nokk bara at vera friðarligur, eg skilti, at tað eisini mátti vera nakað, sum kom innanífrá, og at tað var tann besti mátin at liva upp á. (Rómbrævið 12:2) Spakuliga gjørdi eg framstig, og í januar 1974 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.

Tað var ikki nokk bara at vera friðarligur, eg skilti, at tað eisini mátti vera nakað, sum kom innanífrá, og at tað var tann besti mátin at liva upp á

Men sjálvt aftan á, at eg var blivin doyptur, mátti eg arbeiða upp á mítt sinnalag. Einaferð, tá ið eg og nøkur onnur gingu hús úr húsi og prátaðu við fólk um Bíbliuna, bleiv bilradioið hjá mær stjolið. Eg rann aftan á tjóvinum, og eg var líka við at fáa hann aftur, men so slepti hann radionum og rann av stað. Tá ið eg fortaldi tað fyri hinum, spurdi ein elsti meg: „Stephen, hvat hevði tú gjørt, viss tú fekst fatur í honum?“ Hesin spurningurin fekk meg at hugsa meg um og motiveraði meg til at blíva við at arbeiða upp á at vera friðarligur.

Í oktober 1974 byrjaði eg í fulltíðartænastuni og brúkti 100 tímar hvønn mánað til at læra onnur um Bíbliuna. Seinni fekk eg tann framíhjárættin at vera við í sjálvbodna arbeiðinum á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova vitnum í Brooklyn í New York. Í 1978 fór eg aftur til Los Angeles at taka mær av mammu, sum var blivin sjúk. Tvey ár seinni fekk eg eina góða konu, sum eitur Aarhonda. Hon hjálpti mær væl ta síðstu tíðina, mamma livdi. Eitt sindur seinni, eftir at vit høvdu verið á Vakttornsins bíbliuskúla Gilead, blivu vit trúboðarar í Panama, og tað eru vit enn.

Síðani eg bleiv doyptur, havi eg fleiri ferðir verið í einari støðu, sum kundi fingið sinnið í kók. Men eg havi lært meg at takkla slíkar støður við til dømis at rýma, tá ið onkur roynir at provokera meg. Bæði kona mín og onnur hava róst mær fyri, hvussu væl eg havi klárað sovorðnar støður. Og viðhvørt havi eg enntá yvirraskað meg sjálvan! Men eg hevði ongantíð kunnað gjørt hesar broytingarnar einsamallur. Tað hevur bara borið til vegna kraftina í Bíbliuni. – Hebrearabrævið 4:12.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Nú tá ið eg havi kannað Bíbliuna, havi eg funnið meiningina við lívinum og lært at vera friðarligur. Heldur enn at ganga runt og buka fólk, royni eg at hjálpa teimum andaliga sæð. Eg havi enntá studerað Bíbliuna saman við einum, sum eg var óvinur við, tá ið eg gekk í skúla. Aftan á at hann bleiv doyptur, búðu vit saman í eina tíð, og vit eru enn góðir vinir. Higartil hava eg og kona mín studerað Bíbliuna við meira enn 80 fólkum, sum nú eru blivin Jehova vitni.

Eg eri so takksamur fyri, at Jehova hevur givið mær eitt so innihaldsríkt lív, og at eg havi tað so gott saman við mínum trúarfelagum.