Far beinleiðis til innihaldið

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

Vanligar misskiljingar

 Søgn: Jehova vitni eru ikki kristin, og tí halda tey ikki páskir.

 Sannroynd: Vit trúgva, at Jesus Kristus er okkara frelsari, og vit royna eftir besta førimuni at ganga „í fótasporum Hansara“. – 1. Pætursbræv 2:21; Lukas 2:11.

 Søgn: Tit trúgva ikki, at Jesus varð reistur upp frá deyðum.

 Sannroynd: Vit trúgva á uppreisn Jesusar; tað er ein grundleggjandi læra í kristnu trúnni, og tað leggja vit dent á, tá ið vit boða. – 1. Korintbræv 15:3, 4, 12-15.

 Søgn: Tit leggja einki í, at tykkara børn ikki sleppa at uppliva alt tað stuttliga á páskum.

 Sannroynd: Vit elska okkara børn og gera okkara besta fyri, at tey skulu trívast og vera glað. – Titusarbrævið 2:4.

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

  •   Páskahald, sum vit kenna tað í dag, hevur ikki støði í Bíbliuni.

  •   Jesus bað okkum minnast deyða sín, ikki uppreisn sína. Á hvørjum ári minnast vit deyða hansara, og tað gera vit tann dagin, hann doyði sambært tí kalendaranum, sum varð brúktur á Bíbliunnar døgum. – Lukas 22:19, 20.

  •   Av tí at páskasiðirnir stava frá gomlum fruktbærissiðum, trúgva vit ikki, at Gudi dámar teir. Gud krevur, at vit elska hann meir enn nakað annað, og tað særir hann, at fólk í síni tilbiðing fylgja siðum, sum hann ikki góðtekur. – Matteus 22:37; 1. Kongabók 18:21.

 Okkara avgerð um ikki at halda páskir er grundað á Bíbliuna, sum eggjar okkum til at brúka „vísdóm og klókskap“ heldur enn bara at fylgja gomlum siðum. (Orðtøkini 3:21; Matteus 15:3) Tá ið fólk spyrja, hví vit ikki halda páskir, svara vit sjálvandi fegin, men vit virða eisini, at onnur hava rætt at gera, sum tey vilja. – 1. Pætursbræv 3:15.