Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

At vera arbeiðssamur er sum at venja – tað gagnar tær nú og í framtíðini

TIL UNG FÓLK

11. Arbeiðssemi

11. Arbeiðssemi

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Arbeiðssom fólk eru ikki bangin fyri at bretta upp um armar. Nei, teimum dámar at arbeiða fyri at forsyrgja sær sjálvum og fyri at hjálpa øðrum, eisini sjálvt um arbeiðið ikki er serliga væl umtókt.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tú noyðist at læra at taka ábyrgd, um tær dámar tað ella ikki. Í einum heimi, har nógv royna at sleppa frá at arbeiða hart, er tað ein fyrimunur at vera arbeiðssamur. – Prædikarin 3:13.

„Eg havi funnið út av, at tá ið mann arbeiðir hart, gevur tað eina kenslu av stoltleika og nøgdsemi. Og tann kenslan hevur faktiskt gjørt, at mær dámar at arbeiða. Tá ið tú hevur góðan arbeiðsmoral, fært tú eisini eitt betri umdømi.“ – Reyon.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Vinningur fæst av øllum strevi.’ – Orðtøkini 14:23, Dahl/Viderø.

HVAT KANST TÚ GERA?

Hesi ráðini kunnu hjálpa tær at fáa eina meira positiva áskoðan á tað at arbeiða:

Ger tær ómak. Tá ið tú hjálpir til við onkrum heima, gert skúlating ella ert til arbeiðis, mást tú gera títt besta. Tá ið tú fyrst hevur lært at gera okkurt ávíst, kanst tú vita, um tú klárar at gera tað skjótari ella betur. Betur tú dugir, stuttligari verður tað.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum – hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða.“ – Orðtøkini 22:29.

Hugsa um heildarmyndina. Tá ið tú gert tær ómak í tí, sum tú skalt gera, fáa onnur næstan altíð nyttu av tí. Um tú til dømis ert raskur at hjálpa til heima, kann tað lætta um hjá hinum í familjuni.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Sælari er at geva enn at fáa.“ – Ápostlasøgan 20:35.

Ger eitt sindur eyka. Í staðin fyri bara at gera tað allarmest neyðuga, kanst tú royna at gera meira enn tað, sum onnur vænta av tær. Tí tá er tað tú, sum stýrir – og so gert tú meira, tí tú hevur hug til tað, og ikki tí tú skalt. – Matteus 5:41.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Góðvild tín skal ikki vera av tvingsli, men av fríum vilja.’ – Filemonsbrævið 14, Dahl/Viderø.

Finn javnvágina. Tað er hvørki gott at vera dovin ella at vera arbeiðsnarkomanur. Arbeiðssom fólk royna at finna javnvágina og gleðast bæði um at arbeiða og at slappa av.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi.“ – Prædikarin 4:6.