Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Mál eru sum arbeiðstekningar – tá ið tú gert tær ómak, kunnu tey gerast veruleiki

TIL UNG FÓLK

12. Mál

12. Mál

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Mál eru ikki bara ynskidreymar. Fyri at røkka einum máli mást tú leggja ætlanir, vera lagaligur og rætt og slætt arbeiða fyri at røkka tí.

Tú kanst seta tær stutttíðarmál (dagar ella vikur), langtíðarmál (eitt ár ella meira) og alt har ímillum (nakrir mánaðir). Tú kanst røkka einum langtíðarmáli við fyrst at seta tær nøkur stutttíðarmál.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tú fært størri sjálvsálit og betri vinaløg, tá ið tú røkkur tínum málum, og tú verður eisini glaðari.

Sjálvsálit. Tá ið tú setur tær smærri mál og røkkur teimum, torir tú betur at seta tær størri mál. Tað verður eisini lættari hjá tær at klára avbjóðingar í gerandisdegnum, sum til dømis at standa ímóti bólkatrýsti.

Vinaløg. Nógvum dámar væl at vera saman við teimum, sum seta sær mál, tað vil siga teimum, sum vita, hvat tey vilja, og eru villig at kempa fyri tí. Og viss tú og ein vinur seta tykkum eitt mál saman, fáa tit eitt tættari vinalag.

Gleði. Tað er ein góð kensla at røkka einum máli.

„Eg elski at seta mær mál, tí so havi eg nakað at gera og at stremba eftir. Tað følist bara so gott, tá ið tað eydnast, og so hugsi eg: ’Yes, eg gjørdi tað! Eg kláraði tað, sum eg setti mær fyri.’“ – Christopher.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tann, sum bíðar eftir tí heilt rætta veðrinum, kemur hvørki at sáa ella heysta.“ – Prædikarin 11:4, Bibelen på Hverdagsdansk.

HVAT KANST TÚ GERA?

Royn hetta fyri at seta tær mál og røkka teimum.

Raðfest. Ger ein lista við nøkrum málum og set tey í raðfylgju, alt eftir hvørjum máli tú vilt røkka fyrst, næst, trið og so framvegis.

Legg eina ætlan. Fyri hvørt mál kanst tú …

  • seta tær eina tíðarfreist

  • finna út av, hvat skal gerast

  • hugsa um, hvørjir trupulleikar kunnu stinga seg upp, og hvussu tú kanst loysa teir

Far í gongd. Bíða ikki, inntil tú veitst akkurát, hvussu alt skal gerast. Hugsa um, hvat tað fyrsta er, tú kanst gera fyri at røkka tínum máli, og far so í gongd. Halt eisini eyga við, hvørji framstig tú gert.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tað, sum hin hugagóði [ella ídni] hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.