Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eins og eitt róður stýrir einum báti, heldur uppaling børnunum á røttu kós

TIL FORELDUR

6. Uppaling

6. Uppaling

HVAT VIL TAÐ SIGA?

At uppala síni børn, merkir millum annað at vegleiða og upplæra tey. Og viðhvørt ber tað í sær, at mann má rættleiða børnini, tá ið tey hava borið seg skeivt at. Men tað snýr seg fyrst og fremst um at læra børnini, hvat er rætt og skeivt, so tey verða før fyri at taka góðar avgerðir.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tey seinnu árini eru summi foreldur næstan hildin uppat at uppala síni børn, tí tey eru bangin fyri, at børnini fáa lágt sjálvsvirði, viss tey rættleiða tey. Men skilagóð foreldur seta nakrar rímiligar reglur og læra børnini at fylgja teimum.

„Børn hava brúk fyri grensum fyri at búnast og blíva vaksin. Børn, sum ikki fáa uppaling, eru sum eitt skip uttan róður, sum fyrr ella seinni fer av kós ella enntá renir á land.“ – Pamela.

HVAT KANST TÚ GERA?

Ver konsekventur. Um børnini ikki fylgja teimum reglunum, sum tú hevur sett, mást tú lata tað fáa avleiðingar. Men tú mást eisini minnast til at rósa børnunum, tá ið tey akta.

„Eg rósi ofta børnunum, tí tey akta so væl, sjálvt um vit liva í einum heimi, har tað ikki er so vanligt. Tá ið tey fáa rós, verður tað eisini lættari hjá teimum at góðtaka, at eg rættleiði tey, tá ið tað er neyðugt.“ – Christine.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.

Ver rímiligur. Tá ið vit rættleiða børnini, mugu vit hugsa um, hvussu gomul tey eru, hvat tey eru før fyri, og hvussu álvarsligt mistakið er. Sum oftast riggar tað best, viss avleiðingarnar og tað, sum børnini hava gjørt skeivt, passa saman. Viss børnini til dømis brúka telefonina skeivt, so kundi avleiðingin verið, at mann tók telefonina frá teimum í eina tíð. Men vit mugu ikki leypa framav, bara tí børnini gera okkurt smávegis, sum irriterar okkum.

„Eg royni at finna út av, um sonurin var ólýðin við vilja, ella um tað bara var eitt mistak. Tað er stórur munur á, um hann ger eitt mistak, sum eg bara má gera vart við, ella um hann hevur eitt keðiligt lyndi, sum eg má hjálpa honum við at broyta.“ – Wendell.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!“ – Kolossebrævið 3:21.

Ver kerligur. Tað er nógv lættari hjá børnunum at taka ímóti rættleiðing, tá ið tey vita, at foreldrini gera tað av kærleika.

„Tá ið sonur okkara gjørdi eitt mistak, fortaldu vit honum, at vit vóru so glað fyri allar tær góðu avgerðirnar, sum hann fyrr hevði tikið. Og vit søgdu við hann, at fólk fóru ikki at minnast hann fyri mistakið, um hann bara gjørdi nakað fyri at rætta tað, og at vit fegin vildu hjálpa honum við tí.“ – Daniel.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Kærleikin er tolin, hann er mildur.“ – 1. Korintbræv 13:4, Nýggi Sáttmálin.