Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Samstarvið í einum hjúnabandi kann samanberast við samstarvið millum fyrsta og annan flogskipara í einum flogfari

TIL HJÚN

2. Samstarv

2. Samstarv

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Samstarvið í einum hjúnabandi kann samanberast við samstarvið millum fyrsta og annan flogskipara í einum flogfari. Sjálvt tá ið trupulleikar stinga seg upp, hugsa báðir hjúnafelagar „vit“ heldur enn „eg“.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Tey eru ikki longur tvey, men eitt hold.’ – Matteus 19:6.

„Hjúnabandið er ikki nakar einmansleikur. Maður og kona mugu samstarva væl fyri at fáa tað at rigga.“ – Christopher.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tá ið ein maður og ein kona, sum ikki duga at samstarva, fáa trupulleikar, hava tey ofta lyndi til at leypa á hvønn annan í staðin fyri á trupulleikan. Og so kann ein lítil neisti blíva til ein stóran eld.

„Hjúnabandið krevur, at mann samstarvar. Vissi eg og maðurin ikki vóru eitt toymi, høvdu vit bara verið sambúgvar og ikki hjúnafelagar. So høvdu vit búð undir sama taki, men ikki tikið týðandi avgerðir saman.“ – Alexandra.

HVAT KANST TÚ GERA?

HYGG INNEFTIR

  • Hugsi eg, at lønin, eg fái, eru mínir pengar og ikki okkara?

  • Slappi eg bara heilt av, tá ið eg ikki eri saman við hjúnafelaganum?

  • Tími eg ikki so væl at vera saman við verfamiljuni, sjálvt um makin er tætt knýttur at teimum?

TOSIÐ SAMAN UM HETTA

  • Nær duga vit væl at samstarva?

  • Á hvørjum økjum kundi tað verið betri?

  • Hvussu kunnu vit føla okkum meira sum eitt toymi?

PREI

  • Ímynda tær ein tennisdyst, har tú og hjúnafelagin standa hvør sínumegin netið. Hvat kanst tú gera fyri, at tit koma at standa á somu síðu, so tit spæla ímóti trupulleikunum og ikki ímóti hvørjum øðrum?

  • Í staðin fyri at hugsa: „Hvussu kann eg vinna?“ so royn at hugsa: „Hvussu kunnu vit vinna?“

„Tað er ikki so viktigt, hvør ið hevur rætt. Tað, sum hevur størri týdning, er at varðveita friðin og at hava tað gott í hjúnabandinum.“ – Ethan.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Havið ikki tykkara egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til!’ – Filippibrævið 2:3, 4.