Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Góðir normar kunnu eins og ein kumpass hjálpa børnunum at velja ta røttu kósina

TIL FORELDUR

7. Normar

7. Normar

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Sum foreldur velja tit helst at fylgja nøkrum normum. Um tit til dømis gjarna vilja vera ærlig í øllum, royna tit helst eisini at læra børnini tað sama.

Tit royna sikkurt eisini at læra tey, at tað er gott at vera arbeiðssamur, rættvísur og umhugsin. Og jú fyrr børnini læra tað, jú betur.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.“ – Orðtøkini 22:6.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tøknin ger, at tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð at hava góðar moralnormar. Ein mamma, sum eitur Karyn, sigur: „Við einari telefon kann mann nær sum helst verða ávirkaður av onkrum negativum. Børnini kunnu sita beint undir liðini á okkum og hyggja at onkrum ósømiligum, uttan at vit uppdaga tað.“

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Hini fullkomnu [búnu, New World Translation] … hava vant [sansarnar] at skilja millum gott og ilt.“ – Hebrearabrævið 5:14.

Tað hevur eisini týdning at duga fólkaskikk. Tað fevnir millum annað um at vera umhugsin og fólkaligur, sum til dømis við at siga „kann eg fáa“ og „takk fyri“. Tað er nakað, sum er blivið meira sjáldsamt, nú tá ið so nógv eru meira áhugað í telefonini hjá sær enn í menniskjum.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.“ – Lukas 6:31.

HVAT KANST TÚ GERA?

Lær børnini góðan moral. Til dømis vísa kanningar, at tað er meira sannlíkt, at tannáringar ikki hava sex áðrenn hjúnabandið, viss teir hava lært, at tað er skeivt.

PREI: Brúka okkurt, sum er hent í heiminum, til at tosa við børnini um normar. Hevur tað til dømis verið okkurt í tíðindunum um eitt hatursbrotsverk, kundi tú sagt: „Tað er ræðuligt, at nakar kann vera so óreinur við onnur. Hví heldur tú, at fólk blíva soleiðis?“

„Tað er ringt hjá børnunum at gera tað, sum er rætt, viss tey ongantíð hava lært, hvat er rætt og hvat er skeivt.“ – Brandon.

Lær børnini fólkaskikk. Sjálvt smá børn kunnu læra at siga „kann eg fáa“ og „takk fyri“ og at vera blíð við onnur. „Jú betur børn skilja, at tey eru ein partur av onkrum størri – einari familju, einum skúla, einum samfelagi – jú meira villig eru tey at gera nakað, sum gagnar øðrum og ikki bara teimum sjálvum,“ sigur bókin Parenting Without Borders.

PREI: Lat børnini hjálpa til heima, tí so læra tey, at tað er umráðandi at gera nakað fyri onnur.

„Tað er gott, at børnini hjálpa til heima og læra at taka ábyrgd, tí so verða tey ikki so sjokkeraði, tá ið tey flyta heimanífrá.“ – Tara.