Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

At fyrigeva er sum at sløkkja ein eld

TIL HJÚN

4. Fyrigeving

4. Fyrigeving

HVAT VIL TAÐ SIGA?

At fyrigeva merkir, at mann letur mistøkini hjá hjúnafelaganum fara aftur við borðinum og sleppur øllum keðiligum kenslum, sum fylgdu við. Men tað merkir ikki, at mann bagatelliserar mistakið ella letur sum um, at tað ongantíð er hent.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum!“ – Kolossebrævið 3:13.

„Tá ið mann elskar konu sína, leitar mann ikki eftir feilum, men roynir at síggja hana sum tað menniskja, hon gjarna vil vera.“ – Aaron.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

At ganga og goyma upp á vreiði kann vera skaðiligt bæði kropsliga og sálarliga, og tað kann eisini vera oyðileggjandi fyri hjúnabandið.

„Maður mín gjørdi einaferð nakað, sum virkuliga særdi meg. Hann segði umskylda, men tað var ringt hjá mær at fyrigeva honum. Til endans gjørdi eg tað so, men eg vildi ynskt, at eg ikki hevði bíðað so leingi. Tað tyngdi okkara hjúnaband meira enn neyðugt.“ – Julia.

HVAT KANST TÚ GERA?

HYGG INNEFTIR

Næstu ferð hjúnafelagin sigur ella ger okkurt, sum særir teg, kanst tú spyrja teg sjálvan:

  • Er tað eg, sum toli for lítið av?

  • Er tað, sum er hent, so alvorligt, at eg noyðist at fáa eina umbering, ella kann eg bara gloyma tað?

TOSIÐ SAMAN UM HETTA

  • Hvussu skjót eru vit vanliga at fyrigeva hvørjum øðrum?

  • Hvat kunnu vit gera fyri at vera skjótari at fyrigeva hvørjum øðrum?

PREI

  • Hugsa ikki beinanvegin, at hjúnafelagin særdi teg við vilja

  • Royn at skilja hjúnafelagan, og minst til, at vit øll gera mistøk. – Jákupsbrævið 3:2

„Tað er lætt at fyrigeva, tá ið bæði hava gjørt nakað galið, men tað er nógv verri, tá ið tað virkar sum, at hin hevur alla skyldina. Tað krevur eyðmjúkleika at góðtaka eina umbering og at fyrigeva.“ – Kimberly.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Ver skjótur til semju.“ – Matteus 5:25.

At ganga og goyma upp á vreiði kann vera skaðiligt bæði kropsliga og sálarliga, og tað kann eisini vera oyðileggjandi fyri hjúnabandið